Veitarar

Sambært fjarskiftislógini eru tveir hættir at veita atgongd til at veita fjarskiftistænastur í Føroyum.
  1. Tann eini er at veita konsessión til fjarskifti (fjarskiftisloyvi) sbrt. § 8 í fjarskiftislógini.
  2. Hin er, at landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at ávís øki sleppa undan einkarrættinum. Frælsgering sbrt. § 7 í fjarskiftislógini.
Politikkurin higartil hevur verið ein sonevndur ”open-door first come – first served politikkur” (opnar dyr – fyrri var fyrri fær) gjøgnum at veita konsessión sbrt. § 8. Í roynd og veru hevði tað ikki verið so stórur munur, um landsstýrismaðurin valdi at nýta heimildina í § 7, har øki vórðu frælsgjørd og samstundis vórðu orðaðar reglur í kunngerð um prísáseting, samflutning o.ø. Hesi viðurskifti eru í dag ásett í konsessiónini.