Fjarskifti

Fjarskifti eftir fjarskiftislógini er flyting, sending ella móttøku av tekni, signali, skrift, mynd, ljóði ella øðrum boðum av einhvørjum slagi, við hjálp av ljósi, radiosignali ella øðrum elektromagnetiskum signali í einum samskiftiskervi.

Fjarskiftiskervi

Eitt fjarskiftiskervi er eitt og hvørt radioborið ella tráðborið fjarskiftisundirstøðukervi, sum verður nýtt at miðla fjarskiftistænastur sbrt. fjarskiftislógini § 3, stk. 1, nr. 2.

Fjarskiftistænastur

Ein fjarskiftistænasta er ein tænasta, ið heilt ella partvíst er elektroniskur flutningur av samskifti sum ljóð, mynd, tekstur ella ein samanseting av hesum umvegis radiotøkni ella fjarskiftistøkni millum kervisendar, undir hesum bæði einvegis samskifti og tvívegis samskifti sbrt. fjarskiftislógini § 3, stk. 1, nr. 3.

Kunningar- og innihaldstænastur

Ein tænasta, ið heilt ella partvíst letur eitt og hvørt slag av kunning ella innihaldi vera elektroniskt tøkt hjá øðrum endabrúkarum, ið, grundað á eina individuella umbøn, fáa atgongd til hetta umvegis fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastur sbrt. fjarskiftislógini § 3, stk. 1, nr. 5.