Gjald til Fjarskiftiseftirlitið

Veitarar, ið hava fingið loyvi, skulu rinda eitt árligt gjald til Fjarskiftiseftirlitið, sbrt. § 63 í fjarskiftislógini. Støddin á gjaldinum verður útroknað í mun til teirra marknaðarpart á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Marknaðarparturin skal roknast við støði í loyvistreytaðu nettosøluni álmanakkaárið frammanundan. Loyvishavar verða tó altíð, sbrt. § 65 í fjarskiftislógini, álagdir eitt minsta gjald á 2.000 kr. árliga.

Sbrt. § 64 í fjarskiftislógini, skulu loyvishavar i seinasta lagi 1. november hvørt ár lata Fjarskiftiseftirlitinum grannskoðaðar upplýsingar um nettosøluni fyri ta undanfarna árið.

Sí nærri í fjarskiftislógini kapitul 10 viðvíkjandi gjaldi.

Oyðublaðið til frágreiðing um nettosøluna til Fjarskiftiseftirlitið.

Vegleiðing um, hvussu nettosølan skal uppgerast. (Vegleiðingin er á donskum)