Kappingarregulering á fjarskiftisøkinum

Fjarskiftiseftirlitið regulerar kappingarviðurskiftini á fjarskiftisøkinum sambært ásetingunum í fjarskiftislógini og kunngerðum í hesum sambandi. Reguleringin fer fram við at Fjarskiftiseftirlitið allýsir viðkomandi marknaðirnar, útpeikar veitarar við ráðandi marknaðarstøðu (RMS-veitarar), og áleggur teimum skyldur, sum kunnu verða við til at styrkja kappingina á marknaðinum til gagns fyri forbrúkaran. Fjarskiftiseftirlitið hevur eisini eftirlit við, at veitararnir liva upp til skyldurnar.

Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt eina yvirskipaða lýsing av galdandi lógarkørmunum kring ex-ante kappingarregulering av fjarskiftisvirksemi eftir Fjarskiftislógini (FSL), sum kom í gildi 1. Januar 2016, og av teimum búskaparligu meginreglum og arbeiðshættum, ið verða nýttir til kappingarregulering, herundir til skilmarkan av marknaðum, kanning av um teir eru viðkomandi at ex-ante regulera, útpeikan av veitarum við ráðandi marknaðarstøðu og álegging av skyldum.

Ritið “Regulering av fjarskiftismarknaðum” fæst her.