Frekvensumsiting
Virksemi á frekvensumsitingini (fyrr Radiodeildin) var inntil 31. desember 2001 framt við heimild í sáttmála millum Telestyrelsen i Danmark og Fjarskiftiseftirlitið nevndur "Aftale om administrationen af radiokommunikationsloven" við gildi frá 1. januar 1999. Tann 1. januar 2002 var økið undir føroyskum lóggávuvaldi og skipað í fjarskiftislógini og liggja uppgávurnar undir Radioeftirlitsdeildini hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Radioeftirlitsdeildin hevur um hendi umsiting av frekvens (tíddar)- og radioloyvum til:
- Fjarskiftisveitarar
- Bátar / Skip / Flogfør
- Radiostøðir á landi
- Áhugavarparar
Frekvensdeildin hevur eftirlit við hesum radiostøðunum eins og avlurting (monitering) av frekvensum (tíddum), peiling av radioórógvi o.ø.
Deildin umsitir, próvdømir og útskrivar siglinga radiopróvbrøv til navigatørar.
Endurnýggjan av GOC-radiopróvbrøvum verður umsitin av Sjóvinnustýrinum.