20.10.2010

Nýggj kunngerð nýtslu av frekvensum v.m.

Tann 1. november 2010 verður nýggj kunngerð um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi, umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira, sett í gildi.

Samstundis fara úr gildi:
1) Reglugerð nr. 3 frá 17.mai 2004 um uppseting, nýtslutøku og brúk av radioútbúnaði í siglinga radiotænastum og loftferðslutænastum við einstaklingaloyvi til frekvensnýtslu (tíddarnýtslu).
2) Reglugerð nr. 4 frá 22.juni 2004 um áhugavarping v.m.
3) Reglugerð nr. 1 frá 29.september 2006 um alment loyvi til tráðleyst fjarskifti í ávísum frekvensøkjum(tíddarøkjum) .
Kunngerðin sæst her.