Avgerðir hjá Fjarskiftiseftirlitinum tiknar við heimild í løgtingslóg um fjarskifti ella reglum, settum við heimild í lógini, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk kunnleika til avgerðina.

Møguligar kærur skulu skulu sendast til:

Føroya Kærustovn
Undir Hornabakka
Postboks 45
FO-110 Tórshavn
T-postur: fks@fks.fo

Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggjast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna.

Les meira um Føroya Kærustovn á heimasíðuni www.fks.fo.