AIS Boyur

AIS og líknandi merking av fiskireiðskapi ikki loyvd

Tað er ikki loyvt at brúka sjóuppmerking ella onnur sjómerki, eitt nú AIS, sum festi til fiskireiðskap og annað uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum, vísandi til § 3, stk. 4 í kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a.

Sjóvinnustýrið, ið er myndugleikin á økinum, avger ivamál eftir kunngerðini. 

Spurningar viðvíkjandi merking av fiskireiðskapi kunnu stillast Sjóvinnustýrinum.

Áðurnevnda kunngerð kann lesast her:

Kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a.