Kallitekin og MMSI nummur
Fyri at nýta frekvensir til siglingartænastuna tvs. útgerð til t.d. VHF, MF, HF, EPIRB, SART, krevst galdandi kallitekin og MMSI nummar útflyggja av Fjarskiftiseftirlitinum.
Útgerðin má einans nýtast av einum persóni, sum hevur galdandi radioprógv til útgerðina, ella undir eftirlitið av einum persóni, sum hevur galdandi radiorógv. Sí nærri undir radiopróvbrøv.
Fjarskiftiseftirlitið hevur um hendi umsiting av kallitekin og MMSI nummur til:
- Bátar og skip
- Flogfør
- Áhugavarparar
Umsókn um kallitekin og MMSI nummar
Fyri at fáa tilluta kallitekin og MMSI nummar skulu umsókn sendast til Fjarskiftiseftirlitið.
- Oyðublað til umsókn um kallitekin og MMSI nummar til bátar og skip
- Oyðublað til umsókn um MMSI nummar til flogfør
- Oyðublað til umsókn um loyvi til landsstøð (flytiliga støð ella til handtól) (B-loyvi)
- Oyðublað til umsókn um sendiloyvi fyri áhugavarparar
Viðgerðartíðin kann væntast at verða upp til 14 dagar. Um viðgerðin av umsóknini hevur skund, kann rindast eitt ómaksgjald á 1.000 kr. fyri skjóta viðgerð.
Vegleiðing í at senda neyðarkall