Skráseting av Persónligum leititólum (Personal Locator Beacon PLB)

Nýtsla av persónligum leititólum PLB á 406 MHz er ikki loyvd á landi í Føroyum. Í neyðstøðu skal ringjast til 112 við telefon.

Nýtsla av persónligum leititólum PLB uttanfyri Føroyar er tó møgulig, um londini loyva slíka nýtslu. Hetta kann verða lond sum ikki hava telefonsamband allastaðni. Eigarin av einum persónligum leititóli skal sjálvur kannað um slík nýtsla er loyvd í viðkomandi landi.

PLB skal altíð skrásetast, og tí skulu eigarar sum ynskja at nýta ein PLB í einum øðrum landi skáseta hendan. Til hetta endamál er møguleiki at skráseta PLB í International Beacon Registration Database (IBRD), sum er partur av COSPAS-SARSAT skipanini.

Um ein PLB skal nýtast umborð á einum skipið, skal hesin skrásetast við MMSI nummarinum hjá skipinum, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur givið. Tá ið PLB verður skrásett við einum MMSI-nummari, verður hesin broyttur frá at verða eitt persónligt leititól PLB til ein EPIRB (Emergency Position Indicating Radio Beacon). Við hesum verður sendarin skrásettur sum tilhoyrandi til skipið, og bjargingarmyndugleikarnir hava hervið møguleika at eyðmerkja hvør sendir neyðarkall.