Radiopróvbrøv

Fjarskiftiseftirlitið umsitur GMDSS próvbrøv

GOC (General Operator’s Certificate)

LRC (Long Range Certificate)

ROC (Restricted Operator’s Certificate)

SRC (Short Range Certificate)

Afturkalling

Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at tann, ið hevur prógvið, ikki longur hevur tað neyðugu vitanina, ið ein próvhavari eigur at hava, skal hesin upp til nýggja próvtøku. Um próvhavarin ikki stendur nýggju próvtøkuna, ella ikki møtir upp til nýggju próvtøkuna, kann Fjarskiftiseftirlitið afturkalla próvbrævið.

Fjarskiftiseftirlitið kann afturkalla eitt próvbræv, um próvhavarin ikki yvirheldur altjóða ásetingina í radioreglugerðini hjá ITU um tagnarskyldu.

Hvar kann eg taka skeið í radioprógvum?