GOC (General Operator’s Certificate)

GOC-próvbrøv verða nýtt umborð á SOLAS skipum, sum virka í havøki A1, A2, A3 og A4. Vinnubræv kann verða útskrivað frá Sjónvinnustýrinum eftir umsókn til umsøkjara við GOC-prógvi.

GOC-próvbrøv kunnu verða útskrivað fólkum, sum hava fylt 18 ár.

GOC-próvbræv hevur eina gildistíð á 5 ár, frá tí degi royndin er staðin.

Endurnýggjan av GOC próvbrævi

Fyri at endurnýggja GOC-próvbrævið uttan nýggja próvtøku krevst, at próvhavarin skjalprógvar, at hesin hevur:

1)   arbeitt umborð á einum skipi sum radiopassari, har GOC er krav, í minsta lagi í 1 ár seinastu 5 árini ella í minsta lagi í 3 mánaðir innanfyri eitt tíðarskeið á 6 mánaðir, ella

2)   framt annað arbeiði, sum Fjarskiftiseftirlitið metir kann javnmetast við nr. 1.

Um próvhavarin ikki lýkur treytirnar skal próvhavarin upp til nýggja próvtøku.

Um próvhavarin ikki ynskir at fara upp til nýggja próvtøku, kann próvhavarin ístaðin fáa útskrivað eitt LRC-radioprógv ella ROC-radioprógv.