Fisking Við AIS
15.01.2025

AIS merking av fiskireiðskapi

Nú er ikki loyvt longur at nýta AIS at merkja fiskireiðskap við.

Tann 1. juni 2024 kom í gildi nýggj kunngerð um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a.

Sambært § 3, stk. 4 í kunngerðini er tað ikki loyvt “at brúka sjóuppmerking ella onnur sjómerki sum festi til fiskireiðskap og annað uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum.”

Hetta merkir, at tað ikki er loyvt at brúka AIS sendarar at merkja fiskireiðskap við. Tað er fyri trygd á sjónum, at forboði er komi í gildi og er ásetingin eisini ein endurspegling av altjóða ásetingum.

Fjarskiftiseftirlitið hevur givið nøkur loyvir at nýta AIS sendarar at merkja fiskireiðskap við, og fer Fjarskiftiseftirlitið nú undir eina tilgongd, at seta seg í samband við loyvishavararnar og at afturkallað loyvini. 

Kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a.