OM 1
30.10.2024

Altjóða politiátak móti teldusníkum – Kanna um tú er raktur

Mánadagin 28. oktober var eitt stórt altjóða politiátak móti teldusníkum, sum hava staðið aftanfyri sokallaðan ”Infostealer” illbúnað.

Infostealer er stytting fyri ”Information Stealer”, og er ógvuliga framkomin illbúnaður (”malware”), sum teldusníkar á ymsan hátt lumpa fólk til at heinta niður á sína teldu. Hetta gera teir millum annað við at fremja phishing álop ella leggja út følsk forrit, sum fólk heinta niður á sínar teldur.

Infostealer illbúnaður er gjørdur til at stjala viðkvæmar upplýsingar, so sum loyniorð og gjaldskortupplýsingar. Haraftrat kann illbúnaðurin í nøkrum førum nýtast til at umganga fleirstigað góðkenning.

Tey sløgini av infostealer, sum átakið var rættað ímóti eita RedLine og META og hava verið nógv nýtt av teldusníkum og fólk í milliónatali kring heimin eru blivin rakt av illbúnaðinum.

Tú hevur møguleika fyri at kanna, um tú er ein av teimum.

Kt-trygdarfyritøkan ESET hevur nevniliga gjørt eitt amboð, sum tú kanst nýta til at kanna, um tú ert raktur av RedLine ella META.

Amboðið finst á hesi síðu:

https://www.eset.com/nl/thuis/online-scanner-redline-en/

Politiátakið hevur fingið heitið ”Operation Magnus”, og tú kanst lesa meir um tað á hesi síðu:

https://operation-magnus.com/