Draytek
10.10.2024

Beinarar, sum verða nýttir í Føroyum, raktir av fleiri trygdarveikleikum

Kt-trygdarfyritøkan Forescout hevur funnið 14 áður ókendar trygdarveikleikar í fleiri beinarum, sum eru framleiddir av fyritøkuni DrayTek. Nakrir av veikleikunum kunnu føra til, teldusníkar kunnu yvirtaka DrayTek beinaran.

Sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiði, hevur Fjarskiftiseftirlitið kannað, hvussu omanfyri nevndu trygdarveikleikar kunnu raka Føroyar.

Kanningarnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum hava givið ábendingar um, at í øllum førum 7 DrayTek beinarar, sum eru atkomuligir á internetinum og eru umfataðir av hesum trygdarveikleikum, verða nýttir av føroyskum stovnum ella fyritøkum.

6 av hesum 7 beinarunum vóru eisini merktir sum EoL (End of Life). EoL merkir m.a. at framleiðarin ikki framyvir gevur út dagføringar til eindirnar. Nýtsla av eini EoL eind kann tískil í sær sjálvum vera ein álvarsamur trygdarváði.

Fjarskiftiseftirlitið hevur sett í verk kunning til stovnarnar/fyritøkurnar, sum nýta hesar 7 beinararnar.

Tað skal viðmerkjast, at tað eru eingin tekin um, at teldusníkar í løtuni misnýta hesar trygdarveikleikar. Tað er tó ofta einans spurningur um tíð, áðrenn teir byrja at gera tað.

Rapportin hjá Forescout sæst her:

https://www.forescout.com/resources/draybreak-draytek-research/