
Dagførd hagtøl
Fjarskiftiseftirlitið kunnger dagførd fjarskiftishagtøl fyri árið 2022, fyrra árshelming 2023, árið 2023 og fyrra árshelming 2024.
Endamálið er at geva lesaranum innlit í gongdina á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Talan er um lýsing av gongdini í høldum og tilhoyrandi ferðslu á hesum lyklaøkjum: fasttelefonneti, fartelefonneti, breiðbandi og sjónvarpi.
Hesar frágreiðingar er grundaðar á upplýsingar, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur savnað frá veitarum á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Veitararnir, sum eru fevndir av hagtølunum, eru: Føroya Tele, Nema, Canal Digital, Elektron og Glotti.
Í 2021 var Glotti lagdur aftur at útgávunum. Glotti byrjaði aftur í 2021 eftir 4 ár í dvala. Glotti veitir privatkundum í parti av Eysturoynni fast breiðband um kaðal, ljósleiðara og FWA.
Broyting í 2024 er, at biðið verður um megabýt eftir tíggjutalsskipan, ikki eftir tvítalsskipan, sum tøkniliga verður kallað mebibýt. Henda skilmarkan kemur frá IEC 60027-2.
Ábendingarnar í útgávunum eru gjørdar upp í samsvari við mát Altjóða fjarskiftissambandsins.
Sí hagtølini her