
Ein álvarsligur trygdarveikleiki er funnin í fleiri internetkagum
So er tað aftur tíð at dagføra tín internetkaga.
Ein álvarsligur trygdarveikleiki er funnin í fleiri internetkagum, herundir Chrome, Edge, Brave og fleiri øðrum. Grundin til at fleiri eru raktir samstundis er, tí teir byggja á somu forrit. Eitt væleydnað álop kann føra til, at teldusníkar yvirtaka tína kontu til netbankan, Microsoft365, OneDrive, Google, Facebook ella aðrar kontur.
Tú kennir tað møguliga frá tíni Facebook kontu, at tú ikki noyðist at rita inn hvørja ferð tú letur tína teldu upp og fer á Facebook. Ofta er tín konta longu innritað. Hetta er tí, at tín internetkagi hevur goymt eina serliga kodu, sum sigur við Facebook, at tín brúkari longu er innritaður.
Tað er hesa funkuna, sum trygdarveikleikin misnýtir. Um tú longu hevur ritað inn á Facebook, Microsoft365 ella annað í internetkaganum, og letur upp eina heimasíðu sum er sett upp til at misbrúka veikleikan, so sendir tín internetkagi tað áður nevndu serligu kodu til teldusníkarnir. Teldusníkarnir kunnu síðan leggja hesa kodu í sín egna internetkaga og lata sum um, at teir eru tú og soleiðis fáa fulla atgongd til tínar kontur.
Í einum vanligum phishing álopi hava teldusníkarnir tørv á, at tú skrivar títt brúkaranavn og loyniorð í phishing heimasíðuna, soleiðis at teir kunnu fáa tínar innritanarupplýsingar. Við hesum nýggja trygdarveikleikanum hava teldusníkarnir tó ikki tørv á, at tú skrivar innritanarupplýsingarnar inn nakrastaðni. Tað kann vera nokk at tú bara vitjar eina heimasíðu, sum teldusníkarnir hava sett upp til at misbrúka veikleikan.
Hesin veikleikin verður longu misbrúktur til álop. Tí er tað týdningarmikið, at tú dagførir internetkagan skjótast gjørligt.
Soleiðis dagførir tú tín internetkagan:
Chrome: https://support.google.com/chrome/answer/95414
Les meir um trygdarveikleikan her: