
Fleiri heimasíður kring heimin eru fyribils tiknar niður vegna álvarsligar trygdarveikleikar
Um tú hevur eina heimasíðu, nethandil ella aðra internetvenda tænastu, sum nýtir PHP, so verður viðmælt at tú skjótast gjørligt dagførir PHP útgávuna. Álvarsligir veikleikar eru funnir í PHP, sum gera at teldusníkar kunnu yvirtaka skipanina. Hesir veikleikar eru so álvarsamir, at evropeiski nettrygdarstovnurin CERT-EU mælir til, at internetvendar tænastur verða tiknar av netinum, um tað ikki er gjørligt at dagføra PHP útgávuna beinanvegin.
Í Danmark blivu heimasíður hjá millum annað DMI, Københavns Kommune og Vejdirektoratet fyribils tiknar niður, meðan arbeitt verður við at dagføra PHP. Í fleiri øðrum londum eru heimasíður hjá sjúkrahúsum, politiskum flokkum, havnum og fleiri øðrum eisini tiknar niður fyribils.
Meir kann lesast um veikleikarnar á hesum leinkjum:
Live blog frá DR:
https://www.dr.dk/nyheder/indland/di-advarer-om-alvorlige-huller-paa-hjemmesider
Kunning um dagføringar frá PHP Group:
https://www.php.net/archive/2026.php#2026-10-21-5
Skriv frá CERT-EU:
https://cert.europa.eu/publications/security-advisories/2026-018/