Hele Danmark Øver Fø 2026
10.09.2026

Føroyar venja - melda teg til nú

Nú er latið upp fyri tilmelding til “Føroyar venja”. Í fyrsta umfari eru tvær venjingar settar á skrá, og verða hesar hósdagin 8. oktober á Hotel Hilton í Tórshavn.

Í tí føri, at hesar báðar venjingar verða fult teknaðar, verður skipað fyri fleiri venjingum.

Melda til á heimasíðuni hjá “Hele Danmark Øver”:

Fyrrapart: https://heledanmarkover.dk/events/2026/10/08/torshavn-faeroerne/67

Seinnapart: https://heledanmarkover.dk/events/2026/10/08/torshavn-faeroerne/68

Fyri at fáa sum mest burtur úr venjingunum kunnu í mesta lagi tveir luttakarar frá hvørjum stovni ella fyritøku luttaka í hvørjari venjing. Tó ber til at melda tvey fólk til fyrrapartin og tvey til seinnapartin.

Eru fleiri áhugað í at luttaka, vinarliga boðið Fjarskiftiseftirlitinum frá, so vit kunnu meta um tørvin á fleiri venjingum.

Tíðindaskriv um “Føroyar venja” kann lesast á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum:

https://www.fjarskiftiseftirlitid.fo/fo/tidindi/tidindi/foeroyar-venja