Mynd Til Signal Innlegg
13.02.2025

Føroyingar aftur mál fyri teldusníkum. Royna at stjala tín identitet

Í gjár blivu vit á Fjarskiftiseftirlitinum gjørd varug við, at ein persónur í Føroyum hevði móttikið eini mistonkilig boð á boðtænastuni Signal. Í dag fingu vit upplýsingar um aðrar persónar, sum eisini hava móttikið líknandi boð á Signal.

Hetta kundi týtt uppá, at teldusníkar aftur hava sett gongd í eina herferð móti føroyingum.

Tey mistonkiligu boðini

Sum skíggjamyndirnar niðanfyri vísa, so gav avsendarin seg út fyri at vera support toymi frá Signal og kallar seg “Support”. Móttakarin verður biðin um at vátta, at viðkomandi er rætti brúkari av telefonnummarinum, sum er knýtt at Signal.

Eisini sæst niðast í tí enska tekstinum, at móttakarin fer at fáa tilsent á SMS eina 5-tals kodu, sum móttakarin skal senda aftur til “Support”, sum váttan uppá at móttakarin er tann, sum hevur ræði á telefonnummarinum.


 

Hví 5-tals kodu?

Tað er vanligt, at tá tú upprættar eina konto onkrastaðni á internetinum, so skalt tú vátta, at tú hevur ræði á tí teldupostadressuni ella telefonnummarinum, sum tú roynir at upprætta kontuna við. Hetta er tað, sum teldusníkarnir royna at misbrúka.

Tað sum teldusníkarnir vilja við hesum, er at upprætta eina kontu á internetinum við tínum telefonnummari. Tað gongur fyri seg soleiðis:

  1. Teldusníkurin, “Support”, byrjar at upprætta eina konto á eini boðtænastu við tínum telefonnummari
  2. Ein teigur kemur fram í boðtænastuni, har tað stendur, at ein 5-tals koda er send til telefonnummarið, og at 5-tals kodan skal skrivast inn, áðrenn kontan kann upprættast
  3. Tú fær eini SMS-boð við ein 5-tals kodu
  4. Tú sendur 5-tals koduna til teldusníkin, “Support”
  5. Teldusníkurin skrivar 5-tals koduna inn í teigin í boðtænastuni
  6. Boðtænastan heldur nú, at teldusníkurin er rætti brúkari av telefonnummarinum, og loyvir honum at upprætta kontuna
  7. Teldusníkurin setur upp fleirstigað góðkenning, sum ger, at tú ikki kann strika ella fáa atgongd til kontuna

Teldusníkurin hevur nú eina kontu, sum er skrásett við tínum telefonnummarið. Teldusníkurin kann síðan fremja ymisk brotsverk á internetinum, og um myndugleikarnir kanna tær brotsgerðirnar, so føra tær aftur til títt telefonnummar og ikki til teldusníkin.

Tann boðtænastan, sum teldusníkurin roynir at upprætta konto á, er hægst sannlíkt Telegram, sum verður nógv brúkt til ymisk ólóglig endamál. Fyri at upprætta konto á Telegram, skal man upplýsa eitt telefonnummar.

Álop og svik sum hetta er ikki nakað nýtt, heldur ikki her í Føroyum. Tað kemur fram í bylgjum, og áður hava tað verið brúkarar av WhatsApp boðtænastuni, sum hava staðið fyri skotum.

Um tú móttekur eini tílík boð, verður tað mælt til, at tú ikki svarar, men blokerar sendaran við at brúka innbygdu funkurnar í Signal. Á skíggjamyndunum omanfyri eru niðast nakrir knøttar, sum kunnu brúkast til at blokera sendaran og melda sendaran til Signal.

 

Hvat er Signal

Signal er ein boðtænasta, sum kann nýtast bæði á snildfon og teldu. Øll boð, sum verða send ígjøgnum Signal verða bronglaði á ein hátt sum ger, at einans sendari og móttakari kunnu lesa boðini. Hetta er eisini kent sum E2EE (end to end encryption).

Signal verður mett sum ein ógvuliga trygg og álítandi boðtænasta. Av hesi grund fingu starvsfólk hjá Evropa Kommissiónini í 2020 boð um, at tey framyvir skuldu nýta Signal sum boðtænastu (https://www.politico.eu/article/eu-commission-to-staff-switch-to-signal-messaging-app/).