15.02.2022
Kunngerðir til ummælis
Fjarskiftiseftirlitið sendir til ummælis:
- uppskot til kunngerð um áseting av kørmum fyri nýtslu og innanhýsis raðfesting av samlaða radiofrekvenstilfeinginum (frekvensætlan),
- uppskot til kunngerð um radiomarkamót, og
- uppskot til kunngerð um nýtslu uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira.
Fjarskiftiseftirlitið dagførdi seinast somu kunngerðir í 2015, og tí eru fleiri broytingar framdar í øllum trimum kunngerðum.
Endamálið við dagførdu kunngerðunum er, at fylgja altjóða ásetingum frá ITU um tillutan og vísa á tøkniligar ásetingar fyri nýtslu av frekvensum.
Freistin at senda svar til ummælini er 16. mars 2022, og skal sendast til louise@vs.fo.