
08.09.2025
Nethandlar raktir av álvarsomum trygdarveikleika og mugu dagføra
Um tú hevur ein nethandil og nýtir Adobe Commerce ella Magento er tað umráðandi, at tú ger teg kláran at dagføra nethandilin í morgin, tann 9. september. Tá gevur Adobe út eina ógvuliga umráðandi trygdardagføring til hesar nethandlar.
Kt-trygdarfyritøkan, Sansec, sum hevur serøki í trygd hjá nethandlum, hevur í dag sent út skriv, har teir millum annað vísa á, at tað er væntandi, at teldusníkar fara at misbrúka henda veikleikan innan fáar dagar.
Hetta merkir sostatt, at um tú ikki dagførir beinanvegin í morgin tá dagføringin kemur, kann tín nethandil verða yvirtikin av teldusníkum innan fáar dagar.
Skrivið frá Sansec kann lesast her: