Meta Bus Support
06.05.2025

Phishingboð á føroyskum í umferð á Messenger

Í løtuni eru phishing boð á føroyskum í umferð á Messenger.

Í boðunum framgongur, at Facebook kontan hjá brúkaranum verður læst innan 12 tímar, um brúkarin ikki váttar sín samleika. Teldusníkarnir, sum siga seg koma frá “Meta Business Support” royna soleiðis at trýsta brúkaran til at skunda sær at trýsta á leinkjuna í boðunum.

Um tú móttekur tílík boð, er umráðandi, at tú ikki fylgir leinkjuni, sum er í boðunum.

Um tú hevur verið so óheppin, at fylgt leinkjuni og givið teldusníkunum tínar innritanarupplýsingar, er umráðandi, at tu skjótast gjørligt broytir títt loyniorð og tryggjar tær, at eingin óviðkomandi er ritaður inn á tína konto (Les meir her, hvussu tú ger tað: Log out of Facebook on another device | Facebook Help Centre). Um tú nýtir sama loyniorð á øðrum tænastum, verður viðmælt at loyniorðið á teimum tænastum eisini verður broytt.

Út frá navninum “Meta Business Support” verður mett, at boðini serliga eru málrættað fyritøkum og stovnum. Ein grund til at teldusníkar málrættað fara eftir hesum bólkum, er tí tey ofta hava knýtt gjaldskort til Facebook kontuna. Um teldusníknarnir fáa atgongd til Facebook kontuna, brúka teir hetta gjaldskortið til at gjalda fyri reklamur og líknandi, sum teir nýta til íløgusvik, onnur phishing álop og onnur álop.

Hetta kann tískil føra til stórt fíggjarligt tap fyri fyritøkuna ella skaða á umdømi hjá fyritøkuni.

Um tú er ein fyritøka ella stovnur sum hevur eina síðu á Facebook, eigur tú at tryggja tær, at øll, sum hava atgongd til at stýra tíni Facebook síðu, nýta fleirstigaða innritan. Hetta ger konturnar nógvar ferðir tryggari, og kann vera tað, sum bjargar tær.

Tú kanst lesa meir her, um hvussu tú setur upp fleirstigaða innritan.

How two-factor authentication works on Facebook | Facebook Help Centre

Fjarskiftiseftirlitið hevur fráboða phishing síðuna til hýsingarfyritøkuna, sum vónandi ger skjótt av og strikar síðuna.

Skíggjamyndir av boðunum og sjálvari phishing síðuni síggjast niðanfyri