Tú kanst hjálpa okkum at fyribyrgja álop frá teldusníkum
Hósdagin, tann 5. februar, sendu Talgildu Føroyar, Føroya Politi og peningastovnarnir út ávaring um, at følsk boð vóru í umferð í Føroyum. Tey følsku boðini vóru send av teldusníkum, sum royndu at lumpa føroyingar til at lata teimum gjaldskortupplýsingar.
Eitt dømi um tey følsku boðini sæst niðanfyri:

Í samband við fyribyrgjandi arbeiði, ynskir Fjarskiftiseftirlitið at kanna, hvussu útbreiðslan av hesum følsku boðunum var. Tískil hava vit gjørt eitt spurnarblað, sum vit ógvuliga fegin vilja at tú svarar uppá. Talan er einans um tveir spurningar og svarini eru dulnevnd.
Vit ynskja bæði at hoyra frá teimum, sum móttóku tey følsku boðini, og frá teimum, sum ikki móttóku boðini.
Spurnarblaðið sæst niðanfyri:
Ávaringin frá 5. februar sæst her: https://www.talgildu.fo/talgildu-foeroyar/a-breddanum/avaring-umfatandi-smishing-alop-i-foeroyum-i-loetuni