16.09.2022

Uppskot til Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um radioroyndir og radiopróvbrøv í GMDSS til ummælis

Fjarskiftiseftirlitið sendir við hesum, uppskot til Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um radioroyndir og radiopróvbrøv, til ummælis.

Uppskot til Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um radioroyndir og radiopróvbrøv í GMDSS til ummælis

Radiopróvbrøvini, ið Fjarskiftiseftirlitið útskrivar prógv til, fevna um GOC (General Operator´s Certificate), LRC (Long Range Certificate), ROC (Restricted Operator´s Certificate) og SRC (Short Range Certificate). Innihaldið av royndunum fyri GOC, LRC og ROC eru í samsvari við reglugerðir hjá ITU RR47-1 og STCW A-IV. Royndin fyri SRC er í samsvar við ERC viðmæli 31-04 frá CEPT.

Endamálið við at dagføra kunngerðina um radioroyndir og radioprógv í GMDSS, er at fylgja altjóða ásetingum innan GMDSS (Global Maritime Distress and Safety System).

Radioútgerð umborð á skipum og bátum skal bert verða nýtt av einum persóni, sum hevur galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum, ella við eftirliti av einum persóni, sum hevur galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum sambært yvirlitinum niðanfyri:

Radioútbúnaður

Slag av prógvi

GOC

ROC

LRC

SRC

VHF-telefoni

X

X

X

X

MF-telefoni

X

X

HF-telefoni

X

X

VHF-telefoni við DSC

X

X

X

X

MF-telefoni við DSC

X

X

HF-telefoni við DSC

X

X

HF-telex

X

EPIRB (neyðradioviti)

X

X

X

X

SART (radiotranspondari)

X

X

X

X

Fylgisveinajørðstøðútgerð

X

(X)

Telegrafi

Um viðmerkingar eru til uppskotið frá Fjarskiftiseftirlitinum um radioroyndir og radioprógv, kunnu hesar sendast til Louise Restorff Jacobsen á louise@vs.fo innan 17. oktober 2022.