Útbreiðslan av følsku boðunum
Fyrst í hesum mánaðinum móttóku nógvir føroyingar følsk boð frá teldusníkum, sum royndu at stjala gjaldskortupplýsingar. Ein skíggjamynd av boðunum sæst niðanfyri.

Í tí sambandi gjørdi Fjarskiftiseftirlitið ein stutta kanning av útbreiðsluni av hesum følsku boðunum. Spurnarblaðið í kanningini varð deilt á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum og á Facebook. Kanningin vísti, at næstan helvtin av teimum sum svaraðu søgdu, at tey høvdu móttikið tey følsku boðini.
Tølini frá kanningini
Kanningin hjá Fjarskiftiseftirlitinum var frá 9.-12. februar og hevði tveir spurningar, sum vóru:
Spurningur | Svarmøguleikar |
Móttók tú tey følsku boðini? | · JA · NEI |
Hvat slag av snildfon hevur tú? | · iPhone · Android (t.d. Samsung) ella okkurt annað slag · Eg veit ikki |
Í alt 186 svar komu inn. 100 svaraðu, at tey ikki høvdu móttikið boðini, meðan 86 svaraðu, at tey høvdu móttikið boðini.
Tað vóru tískil heili 46% sum svaraðu, at tey høvdu móttikið tey følsku boðini. Hetta bendir á, at rættuliga nógv fólk hava móttikið følsku boðini.

Av teimum 86 sum høvdu móttikið boðini, søgdu 82 seg hava ein iPhone. Einans fýra søgdu seg hava okkurt annað slag av snildfon.

Hví spyrja um slag av snildfon
Grundin til, at vit spurdu um slag av snildfon, var, at Fjarskiftiseftirlitið hevði illgruna um, at tey følsku boðini blivu send yvir iMessage, sum er ein chat-tænasta hjá Apple og einans finst á Apple eindum, herundir iPhone snildfonum. iMessage er virkja á øllum iPhone, uttan so at brúkarin ger nakað aktivt fyri at sláa tað frá, og tað er ikki tøkt á øðrum snildfonum enn iPhone.
iMessage er ikki ein app á iPhone, men er ein partur av “Besked”-appini, sum verður brúkt til at senda SMS-boð. Við iMessage kann “Besked”-appin millum annað:
- Senda og móttaka SMS-líknandi boð á iPad
- Senda myndir og filmsbrot umvegis iMessage
- Senda boð frá teldupostadressu til eitt telefonnummar
Sum nevnt, finst iMessage einans á Apple eindum, og tí ber einans til at senda iMessage boð millum Apple eindir. Tað er ikki gjørligt at móttaka iMessage boð á t.d. eini Samsung snildfon.
So at siga øll, sum sambært kanningini høvdu móttikið boðini, brúktu iPhone. Haraftrat blivu tey følsku boðini, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur kunnleika til, send frá eini teldupostadressu til eitt telefonnummar. Tað eru sostatt stór sannlíkindi fyri, at tey følsku boðini vórðu send ígjøgnum iMessage.
Brúkarar, sum hava gjørt iMessage óvirkið á sínum Apple eindum, hava tískil verið vardir móti at móttaka tey følsku boðini.
Ver mistrúgvin
Netálop broytast alla tíð og teldusníkar royna áhaldandi at finna nýggjar mátar at snýta okkum og stjala okkara upplýsingar. Tað er tí umráðandi at tú altíð vísir stórt varsemi, tá tú móttekur eini boð, sum biðja teg um gjaldskortupplýsingar, loyniorð ella líknandi.
Sum áður nevnt, blivu tey følsku boðini send frá teldupostadressum til telefonnummur. Um tú móttekur iMessage boð frá eini teldupostadressu, verður mælt til, at tú vísir eyka varsemi.