Um Fjarskiftiseftirlitið

Fjarskiftiseftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Eftirlitið var sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 79. frá 23. mai í 1997 um fjarskifti. Tann 1. januar 1998 var Radioóljóðtænastan løgd undir Fjarskiftiseftirlitið. Sambært rakstraravtalu millum Fjarskiftiseftirlitið og Telestyrelsen frá 1. Januar 1999, átók Fjarskiftiseftirlitið sær eisini at reka Radioeftirlitið. Í 2002 vóru Radioóljóðtænastan og Radioeftirlitið løgd saman sum ein eind undir Fjarskiftiseftirlitinum.

Fjarskiftiseftirlitið virkar í dag sambært Løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022.

Fjarskiftiseftirlitið hevur eftirlit við fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastum og tekur m.a. støðu til spurningar um loyvir, sambindingar- og samflutningstavtalur millum fjarskfitisveitarar, og umsitir kappingarreglurnar í fjárskiftislógini. Harumframt framleiðir eftirlitið hagtøl um fjarskiftismarknaðin.

Radioeftirlitsdeildin hevur um hendi umsiting av frekvens- og radioloyvum til bátar, skip, flogfør, radiostøðir á landi, og áhugavarparar. Radioeftirlitsdeildin hevur eftirlit við hesum radiostøðunum eins og avlurting av frekvensum, peiling av radioórógvi o.ø. Deildin umsitir, próvdømir og útskrivar siglinga radiopróvbrøv til navigatørar.

Eftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrismanninum og miðfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum.